Jupiter er komin á Fuglafjørð

05-06-2020 - 20:27 - Jóanis Albert Nielsen

Um 14 tíðina seinnapartin í dag kom Jupiter á Fuglafjørð, har teir skulu landa til Havsbrún.

Jupiter hevur henda túrin fingið fiskað 1100 tons av svartkjafti, og sleppa teir framat at landa hjá Havsbrún tá ið liðugt er at landa Borgarin.