Jupiter kom á Kollafjørð tíðliga í morgun

vinna13-06-2017 - 10:49 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur roynt eftir svartkjafti í landsynning úr Føroyum, kom á Kollafjørð um 7-tíðina í morgun, Jupiter hevur 2.400 tons, men teir sleppa ikki framat at landa hjá Havsbrún fyrrenn hósdagin.

Teir eftirhyggja trolútgerðina og strekkja veir á Kollafirði

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Emil Petersen í morgun, Emil segði, at tað var eitt sindur av svartkjafti at síggja teir seinastu dagarnar.