Jupiter kemur á Tvøroyri í nátt

vinna12-02-2019 - 18:49 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Hebridunum, kemur á Tvøroyri í nátt við 600 tonsum, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Á virkjinum á Tvøroyri verður svartkjafturin heilfrystur.