Drongurin longst t.h. er av Tvøroyri, hann er í starvsvenjing við Jupiter.

Jupiter kemur á Tvøroyri í nátt - myndir

vinna09-11-2018 - 18:46 - Jóanis Nielsen
Jupiter siglir inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava roynt á umleið 67N í altjóða sjógvi - Jupiter hevur góð 1.800 tons.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyrr í dag, teir søgdu, at fitt av sild at fáa í altjóða sjógvi norðanfyri, har var okkurt føroyskt skip, nøkur russisk og nøkur íslendsk.

Teir rokna við at verða á Tvøroyri kl. 3  í nátt, teir høvdu eitt fríkst lot ímóti, ættin var landsynningur.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir fyrrapartin í morgin og tá sleppir Jupiter framat.

Jupiter fer aftur á sildaveiðu, tá ið liðugt verður at landa, helst seint seinnapartin mánadagin.

Myndirnar hevur Jonhard Danielsen sent okkum.