Mynd: Reidar Simonsen

Jupiter kemur á Tvøroyri í morgun

Vinna07-12-2018 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Jupiter ið hevur roynt eftir sild norðanfyri Føroyar kom á Fuglafjørð í morgun. Á Fuglafirði løgdu teir eitt trol upp og tóku eitt makreltrol og ein posa umborð.

Jupiter er nú ávegis til Varðan Pelagic á Tvøroyri har teir skulu landa 200 tons av sild.