Mynd: Reidar Simonsen.

Jupiter kemur á Tvøroyri í morgin

vinna19-11-2018 - 21:37 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur roynt í altjóða sjógi norðuri á 68N, siglir heim, teir verða á Tvøroyri seinnapartin í morgin við 1.350 tonsum av sild.

Í løtuni landar Finnur Fríði á Tvøroyri, men teir verða liðnir, tá ið Jupiter kemur á Tvøroyri í morgin, so teir sleppa framat beinanvegin teir koma inn.

Vit á JN.fo tosaðu umborð - við skiparan Emil Petersen - hann segði, at fiskiskapurin var minkaður har norðuri, men teir fóru ein sildatúr afturat, tá ið liðugv verður at landa.

Trý føroysk skip eru í løtuni stødd í altjóða sjógvi norðuri á 68N, tey eru Fagraberg, Tróndur í Gøtu og Tummas T, har eru eisini nøkur russisk skip.