Mynd: Reidar Simonsen.

Jupiter kemur á Tvøroyri fyrrapartin

vinna19-09-2018 - 07:27 - Jóanis Nielsen

 Jupiter siglir inn av makrelfeltinum, teir koma á Tvøroyri um 10-tíðina í morgun, men sleppa ikki at landa fyrrenn hósmorgunin.

Jupiter hevur útvið 600 tons, sum teir fingu í einum háli. Teir royndu á umleið 63N eystur ímóti norska markinum. Støddin teir fingu lá um 450 gramm.

Vit á JN.fo tosaðu umborð seint í gjárkvøldið, teir søgdu frá, at nógvur makrelur var at síggja.