Jupiter kemur á Fuglafjørð um middagin

vinna13-01-2018 - 11:36 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kemur á Fuglafjørð um middagin, teir hava brotið túrin av, tí trolið fløktist.

Jupiter hevur 620 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Vit tosaðu við skiparan - Emil Petersen - fyri løtu síðan, hann segði, at tá ið teir hava landað, fara teir at arbeiða uppá trolið, tað tekur helst nakrar tímar.

Emil segði eisini, at veðrið á feltinum og tá ið teir silgdu inn var ófantaligt, veðurforsorgin er heldur ikki góð fyri í dag og í morgin, so hann visti ikki orduliga nær teir fara út aftur.