Jupiter kemur á Fuglafjørð seinnapartin

vinna10-04-2018 - 10:00 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kemur á Fuglafjørð seinnapartin við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Havsbrún, aftaná skal Christian í Grótinum landa og so eigur Jupiter tørn, tað verður helst mikukvøldið, at teir sleppa framat.