Jupiter hevur landað í Írlandi

vinna22-05-2018 - 08:48 - Jóanis Nielsen

 Jupiter hevur landað svartkjaft í Killybegs í Írlandi, teir høvdu 2.350 tons. 

Vit tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir fingu besta prísin í Írlandi, tí fóru teir har, prísurin var kr. 1,65 fyri kilo.

Jupiter kom á fiskileið aftur í nátt.