Nýggjastu


Jupiter fer á lodnuveiðu fyrst í komandi viku

vinna10-02-2018 - 19:28 - Jóanis Nielsen

 Jupiter kemur á Fuglafjørð í kvøld við 750 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi sunnanfyri, teir verða á Fuglafirði um 10-tíðina í kvøld.

Jupiter sleppir at landa sunnukvøldið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, veðrið var hampuligt har teir eru staddir. Sagt varð, at fiskiskapurin eftir svartkjafti minkaði burtur í einki, teir vóru einasta svartkjaftaskipið á leiðini sunnanfyri, nú teir fóru at sigla inn. Næraberg, sum eisini royndi har fyrr í vikuni, fór í altjóða sjógv vestur úr Írlandi at royna.

Jupiter fer nú á lodnuveiðu við Íslannd, teir fara avstað fyrst í komandi viku.