Mynd: Reidar Simonsen.

Jupiter er komin á Tvøroyri at landa makrel

vinna14-09-2018 - 08:25 - Jóanis Nielsen

 Jupiter, sum hevur fiskað í føroyskum sjógvi norðanfyri, kom á Tvøroyri nú um 8-tíðina í morgun við 650 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic, teir sleppa framat um middagin, tá ið liðugt er at landa Finn Fríða.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu, at fitt av makreli var at síggja og at makrelurin teir fingu var í góðum standi og støddin var góð.

Jupiter gjørdi ein skjótan túr.