Mynd: Reidar Simonsen

Jupiter er farin at sigla inn

Vinna10-10-2018 - 07:47 - Jóanis Albert Nielsen
Jupiter setti í nátt kósina ímóti Føroyum. Henda túrin hevur Jupiter roynt i Norskum sjóøki eftir makreli.

Jupiter hevur henda túrin fiskað 700 tons av makreli, og støddin á makrelinum liggur um 430 gramm. Jupiter verður inni tíðliga í morgin, og verður landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri.