Jupiter er á veg inn

Vinna28-11-2020 - 15:31 - Jóanis Albert Nielsen
Jupiter ið hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, setti um 12 tíðina í dag kós á Fuglafjørð.

Jupiter hevur henda túrin fiskað 1450 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Jupiter verður á Fuglafirði um 22 tíðina í kvøld.