Jórunn samskipari hjá FÍF

ítróttur01-12-2020 - 23:52 - Jóanis Nielsen

Fyri kortum søkti Frælsur Ítróttur Føroya eftir samskipara at stuðla starvsnevndini í dagliga virki hennara og at arbeiða við útvaldum verkætlanum.

Starvsnevndin hevur samtykt at seta Jórunn Gudmundsen úr Sandavági sum samskipara hjá FÍF, og er hon byrjað í starvinum.

Jórunn er ítróttarkvinnna, íverkseti og er von at arbeiða við verkætlanum.

Jórunn verður komandi tíðina at síggja í ymsum høpum í arbeiðinum hjá FÍF og vilja vit ynskja henni hjartaliga vælkomnari innan frælsa ítróttin, tað skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.