Jørgin Jacobsen settur sum tekniskur leiðari á JT electric

Vinna21-11-2017 - 21:46 - Jóanis Albert Nielsen

Jørgin Jacobsen er settur í starv sum tekniskur leiðari á JT electric. Hann kemur úr starvi sum maskinstjóri hjá Australska felagnum Sapura Energy, sum virkar innan oljuvinnuna í Australia og Asia.

Umframt at vera útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari, so hevur Jørgin royndir innan leiðslu bæði á landi og í frálandavinnuni kring heimin.

- Vit meta at Jørgin er rætti persónurin at leiða starvsfólk okkara innan tekniska øki, so vit kunnu veita fyrsta floks tænastu til kundar okkara í Føroyum og uttanlands, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric.

Starvið sum tekniskur leiðari er nýtt í JT electric, og Jørgin byrjar í starvinum 1. Januar. Umframt at leiða tekniska øki hjá JT electric, verður Jørgin eisini partur av leiðsluni í felagnum.

35 fólk starvast í JT electric, og fyritøkan er kend fyri nýhugsan og menning av nýggjum vørum til alivinnuna bæði í Føroyum og uttanlands.