Jørgen vil javnseta privata og almenna bústaðabygging

Politikkur21-09-2018 - 10:22 - Jóanis Albert Nielsen

Uppskot til samtyktar 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum tryggjar privatum somu treytir fyri bústaðabygging, sum almenna felagið Bústaðir fær. 

Viðmerkingar 

Hetta uppskot varð lagt fram í vár, men samgongan valdi at súlta málið í nevnd. Uppskotið slapp tí ikki til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum og er nú dottið burtur. Tískil verður uppskotið nú lagt fram aftur, so tað vónandi kann koma til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum. Almenna Bústaðir hevur munandi betri kappingartreytir enn tað privata. 

Les meira her.