Jørgen Niclasen afturvaldur til formann

Politikkur11-11-2017 - 14:55 - Jóanis Albert Nielsen

Á floksleiðslufundi í morgun varð 48 ára gamli Jørgen Niclasen afturvaldur sum formaður Fólkafloksins.

Jørgen Niclasen hevur verið formaður síðan 2007, og er hetta sostatt 11. ferð at hann skal standa á odda fyri flokkinum.

Jørgen hevur drúgvar royndir í politikki, bæði sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í fíggjar-, fiskivinnu- og uttanríkismálum.

Jørgen var bert 20 ára gamal, tá ið hann í 1989 fyrstu ferð tók sæti á tingi sum varamaður.

Jørgen sat sum fastur varamaður frá 1991-1993, og í juli 1994 varð hann valdur í løgtingið.

Fyrr í vikuni, 8. november, vóru 25 ár síðan hann varð valdur í løgtingið.