Myndatekstur: Marius Hansen, skipari, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Jørgen á fundi á Tvøroyri um støðuna av farmaflutningi við Smyrli

Politikkur26-11-2020 - 10:00 - Jóanis Albert Nielsen

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, er á fundi við vinnuna í Suðuroy. Við á fundinum eru eisini flutningsfeløgini sum flyta farm til útlandi. Fundurin er á Tvøroyri. Endamálið er at finna eina smidliga loysn fyri farma-og ferðafólkaflutning, soleiðis at ferðaætlanin kann haldast og tørvurin kann nøktast. Farmaflutningurin hevur verið vaksandi í fleiri ár, og er ikki nóg væl samskipaður við annan flutning. Tað eru størstu vinnubrúkarar av flutningi við Smyrli, ið bjóða til fund at umrøða støðuna av farmaflutningi við Smyrli.

Á veg suður við Smyrli í dag prátaði landsstýrismaðurin við skiparan, Marius Hansen. Skiparin greiddi frá sínum sjónarmiðum og møguligum loysnum á trupulleikanum.