Jónleif vil eisini hava broytingar

Politikkur14-11-2017 - 16:04 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Bjarni Hammer og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum standa ikki við semjuna, sum samgongan saman við Sonju Jógvansdóttir gjørdu í august um at nýskipa fiskivinnuna.

Og nú ger Jónleif Johannesen, eisini úr Javnaðarflokkinum, greitt, at hann vil hava Vinnunevndina at umhugsa at broyta uppskotið, tí ávísar kvotur minka næsta ár.

Sostatt er unditøkan fyri nyskipanini, sum hon nú sær út, tódnað niður í 14.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað til samgongufundar í morgin klokkan 9 um politisku støðuna.

Hoyr Jónleif greiða frá óvissu síni her.