Jonhard: Besti festivalurin ið eg havi verið við til

Mentan26-05-2019 - 23:31 - Jóanis Albert Nielsen

Bátafestivalurin í Vestmanna í ár, hevur verið tann besti festivalurin, ið eg havi verið við til, síðan eg keypti mín bát í 2010. Sigast skal, at eg havi ikki verið við til allar, grunda á arbeiðið og annað. Tit, ið hava skipa fyri, eiga stóra tøkk uppibornað. Á Hólmanum, har vit lógu, var stemningur góður. Okkurt gott var til matna, smakkiroynd av laksi og makreli, og góður tónleikur. Enn einaferð stóra tøkk. 

Jonhard Danielsen við manning Formaður í Kongshavnar Frítíðarsiglarum

Fleiri myndir her.