Jón Tyril fortelur um upprunan til G! Festival

Mentan21-08-2018 - 10:14 - Jóanis Albert Nielsen
Í nýggjasta Startup Podcastinum greiður Jón Tyril frá, hvussu hann og vinfólkini saknaðu ein festival, har tú kundi hoyra nýggjan føroyskan tónleik.

“Um vit vildu hava tað at henda, so máttu vit gera tað sjálvi, tí eingin annar fór at gera tað fyri okkum,” sigur Jón við Halgir Winther Nagata, sum er vertur á Startup Podcastinum. Samrøðan er triðji partur í sendingini, har Halgir tosar við føroyskar íverksetar, um tað at seta nýggj ting í verk.

Jón fortelur um fyrimunir við at búgva í Føroyum sum íverksetari, um at fara á heysin, og um altíð at gera, hvat mann heldur er rætt.

“Vit vistu ikki ordiliga hvat vit gjørdu, vit gjørdu tað bara,” sigur Jón um at skapa G! Festivalin, sum er blivin kendur um allan heimin.

Samrøðan við Jón Tyril hoyrist á halgir.fo, á Apple Podcast appini og á øðrum podcast appum.