Jón Krosslá Poulsen til 07 Vestur

ítróttur06-11-2017 - 22:21 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur kunngerð í kvøld, á 10-ára degi felagsins, at sáttmáli júst er skrivaður við Jón Krosslá Poulsen, sum sostatt flytir vestur at spæla komandi ár, og verður partur av EFFO-hópinum hjá nýggja venjaranum, Paula Poulsen, skrivar 07Vestur.fo.


29-ára gamli áloyparin hevur drúgvar royndir í føroyskum toppfótbólti og verður roknaður sum ein veruligur fongur í Vágum. Umframt royndir hevur Jón altíð skotið mál, og í ár fekk hann meira enn ein fjórðing av málunum hjá suðringum.

Jón Krosslá Poulsen spældi farna kappingarárið fyri samanlagda suðuroyarliðið. Í fjør leikti hann fyri Víking, men hevur annars verið mest at síggja í feløgunum úr Suðuroy, FC Suðuroy og VB/Sumba, undantikið eitt ár í HB. Hann hevur spælt fleiri enn 200 dystir í meistaradeildini og skotið 48 mál.

Hjartaliga væl komin vestur, ella norður, kanska, Jón. Vit gleða okkum at síggja teg í svarta búnanum!