Jón er ikki longur 07 Vestur leikari

ítróttur23-05-2018 - 22:44 - Jóanis Albert Nielsen
Jón Krosslá Poulsen gjørdi sáttmála við 07 Vestur undan hesum kappingarárinum, men hann er ikki longur 07 Vestur leikari. Jón og 07 Vestur hava í sátt og semja ógilda sáttmálan. 
So frá dagsdato er Jón ikki longur 07 Vestur leikari. Høvuðsorsøkin til at partarnir nú skiljast er manglandi spælitíð hjá Jón á besta liðnum. Sambært faroesoccer.com so hevur Jón spælt 376 minuttir, hann hevur verið inni í 11 dystir. 3 av dystunum er hann byrjaður inni og skiftur út, og 8 av dystunum er hann skiftir inn.