Jón er í einum tí størsta tíðarritinum innan ítróttasálarfrøði

ítróttur27-09-2017 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

Jón Gregersen úr Sandavági hevur fingið eina grein hjá sær í eitt tað mest viðurkenda tíðarritið innan ítróttasálarfrøði. Tíðarritið hevur navnið Journal of Sport and Exercise Psychology. Greinin snýr seg um eina gransking Jón hevur gjørt í Grikkalandi. Greinin hjá Jón og 4 øðrum Grikkum er eitt úrslit av hansara serritgerð. Í stuttum snýr greinin seg um hvussu ein kann læra at halda fokus, tá ið ein gerst útmøddur sálarliga, av tí at tað tá er sannlíkt at ein ger fleiri mistøk. Tískil hevur tað stóran týdning at læra at halda fokus, tá ið ein gerst útmøddursálarliga.

Niðurstøðan av greinini er tann, at tað ber til at læra at tosa miðvíst við seg sjálva/n, við tí fyri eygað at halda fokus, og á tann hátt bera seg skjótari at og taka fleiri rættar avgerðir, í mun til um ein ikki tosar miðvíst við seg sjálva/n.

29 ára gamli Jón hevur eina 5-ára kandidatútbúgving í ítróttarsálarfrøði. Í januar í 2016 stovnaði hann sína egnu fyritøku, ið veitir ráðgeving í ítróttarsálarfrøði. Navnið á fyritøkuni er OptiMindYou, ið er ein samanseting av orðunum Optimize (ið merkir menning), Mind (ið merkir sinn) og You. 

Vitja heimasíðuna hjá Jón her.