Jón Eirikur sýnir fram málningar á listavegginum hjá Betri í Miðvági

mentan02-10-2019 - 13:14 - Jóanis Nielsen

Allan oktober mánaða sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram.

Í dag er hann eitt kent navn innan urgutónleik, og er hann fastur urguleikari í Miðvágs kirkju.

Jón Eirikur fjøllbroyttur málari, bæði við andlits-, náttúru- og eisini abstraktum málningum.