Jón Eirikur sýnir fram málningar á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Mentan02-07-2018 - 08:22 - Jóanis Albert Nielsen

Allan juli mánaða sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram.

Nógv ítróttarfólk, sum hava verið virkin á yngri árum, fara yvir til list og tónleik.

Og soleiðis hevur verið hjá Jón Eiriki. Eftir tíðina sum fótbóltsspælari hjá MB, fekk hann sær sum ítriv at spæla urgu og at mála.

Í dag er hann eitt kent navn innan urgutónleik, og er hann fastur urguleikari í Miðvágs kirkju.

Eisini er Jón Eirikur fjøllbroyttur málari, bæði við andlits-, náttúru- og eisini abstraktum málningum.