Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað leygardagin 28. novembur

mentan25-11-2020 - 14:47 - Jóanis Nielsen

 Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað leygardagin 28. novembur

Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarlildið við horntónleiki, jólamonnum og hugna. Leygardagin 28. novembur fer kommunan at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Vatnsoyrum kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Sandavági.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, prestur sigur nøkur orð og Sørvágs Tónleikarafelag spælir nøkur løg. Aftaná koma jólamennirnir og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar. 

Vegna korona, verða tiltøkini í mestan mun hildin uttandurða.