Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað sunnudagin 29. november

mentan25-11-2020 - 14:45 - Jóanis Nielsen

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað sunnudagin 29. november 2020.

Kl. 15.00: í Gásadali
Inga Poulsen Dam, prestur talar.
Sørvágs Tónleikarfelag spælir.
Aftaná verður drekkamunnur í skúlanum.

Kl. 16.00: í Bø
Inga Poulsen Dam, prestur talar.
Sørvágs Tónleikarfelag spælir.
Aftaná verður drekkamunnur í skúlanum

Kl. 17.00: á Stakka í Sørvági
Inga Poulsen Dam, prestur talar.
Sørvágs Tónleikarfelag spælir.
Barnakórið í Libanon fer at syngja.
Aftaná verður drekkamunnur.