Jólasnapsur 2019

vinna09-12-2019 - 09:28 - Jóanis Nielsen

Einar´s Distillery er í jólahýri. Í langa tíð, hevur jólasnapsurin lagrað á hesum brimbardu klettum á Bourbon føtum.

Hettar er Føroysk framleiðsla, ið er kryddað við vistfrøðiligum jólakryddi og føroyskum urtum, siga tey á Einar´s Distillery.
Jólasnapsurin er 38 % vol, smakkurin er kraftigur og serstakliga Jólaligur.
Jólasnapsurin hóskar væl til hugnaligar jólaløtur, sum ein vælkomsdrykkur ella omaná ein góðan jóladøgurða.

Talan er um eina avmarkaða nøgd.