Jólaprýdd gróthús niðri við Vatn

Mentan02-12-2020 - 12:18 - Jóanis Albert Nielsen

Aftur í ár eru vøkru og hugnaligu gróthúsini niðri við Vatn jólaprýdd. Tað eru Betri og ítrótturin í Miðvági, sum hava tikið stig til at prýða jólasmátturnar.Talan er um eina siðvenju, sum hevur verið seinastu árini.

Endamálið er at skapa jólahýr og geva eina heimliga heilsan til øll, sum koyra ella flúgva framvið. Saman við Nykinum geva jólaprýddu gróthúsini ljós í hesi myrku tíð.