Jólaligt niðri við Vatn

20-11-2019 - 10:38 - JN

Nú myrkrið byrjar at vinna á ljósinum, er tað upplýst og hugnaligt at koma fram við gróthúsunum niðri við Vatn.

 

Seinastu árini hevur Betri saman við ítróttinum í Miðvági tikið sær av at ljósprýða gróthúsini. Skuggamyndir síggjast av húsunum, og er tað eins og ein lítil bygd liggur við Vatnið.

 

Í ár eru tað Betri saman við Miðvágs Róðrarfelag, sum hava staðið fyri arbeiðnum. Og eins og við fólkatalinum í Føroyum, so er bygdin økt, tí nú eru enn fleiri av aldargomlu vøkru húsunum bygd uppaftur.

 

Tað kennist so friðsælt, hugnaligt og vakurt – eins og Hans Andreas Djurhus yrkti:

Meg minnist eina mynd – eg var lítil tá,

Tó fagrari mynd eg aldri sá;

Tað var lítil bygd, fram við vatn hon lá

Og húsini vóru so fitt og smá.

Hetta, saman við Nykinum, ger tað hugaligt og lívligt at koyra fram við Vatninum, og tú kemur í jólahýr av hesi einføldu heilsan.