Jólakonsert við Jensinu, Bjarka og Robert

Mentan07-12-2017 - 12:23 - Jóanis Albert Nielsen
Jensina Olsen, Bjarki Hansen og Robert McBirnie leggja fyri, tá árligu jólakonsertirnar aftur eru á skrá í Reinsarínum. Fyrsta konsertin verður hóskvøldið 7. desember kl. 20.00
Jólabólkurin í Reinsarínum í ár er settur saman av nøkrum av okkara best umtóktu og royndu tónleikarum. Kim Hansen er kapelmeistari, og við sær hevur hann Jens Marna Hansen, Jón McBirnie og James Olsen. Teir eru allir komnir í jólahýr og eru klárir at flyta okkum inn í ein jólaligan heim, saman við solistunum.