Jólaguðstænastan í Oslo

mentan08-12-2019 - 07:43 - Jóanis Nielsen

Í dag - sunnudagin 8. desember verður árliga føroyska jólaguðstænastan í Oslo.

Njál Djurhuus heldur jólarøðuna. Guðstænastan verður í ensku kirkjuni,
St. Edmunds Church í Møllergata 30 í Oslo, har føroyska jólagudstænastan
hevur verið hildin í nógv ár.
Tað er Norsk-færøysk lag sum skipar fyri guðstænastuni, ið byrjar
klokkan 15.30. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aftaná guðstænastuna verður
kirkjukaffi og høvi at fáa sær eitt prát við aðrar føroyingar og onnur
við tilknýti til Føroyar.
Føroyska jólaguðstænastan í Oslo hevur verið hildin á hvørjum árið
síðani fyrst í nítiárunum.

Myndatekstur: Vidheft eru tvær myndir frá somu kirkju. Onnur er sangur og hin vísir

Njál Djurhuus, id heldur talu undir eini jólagudstænastu fyri nøkrum
árum sídani.