Jólafest í Miðvágs Missiónshúsi

mentan03-01-2018 - 10:16 - Jóanis Nielsen

Fríggjadagin 05.01.18 verður tann árliga jólafestin í Miðvágs Missiónshúsið kl18.00.

Vit fara at seta hol á nýggja árið við at hugna okkum saman, og á skránni er m.a. burturluting, ein náttverðabiti, spurnarkapping, o.a. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Sunnudagin 07.01.18 verður fyrsta møti á árinum, har vit fara at koma saman at biða fyri 2018 og lovprísa Jesusi - also eitt bønar- og lovsangs møti. Vit byrja sum vant kl18.00.