Jólacafé í Beitinum í Miðvági

mentan10-12-2019 - 13:29 - Jóanis Nielsen

Aftur í ár fer Handalag at hava jólacafe og sølu av heimavirkaðum lutum í Beitinum í Miðvági. Hetta verður leygardagin 14. desembur, frá kl. 10-20. Virknu hendurnar í Handalag Vágar samlast at selja tað tær hava latið úr hondum hetta seinasta árið. Og jólacafein bjóðar sølu av kaffi og te við rísalamang afturvið.