Johnny í Grótinum settur sum kringvarpsstjóri

mentan31-05-2017 - 09:28 - Jóanis Nielsen

Kringvarpsstýrið hevur avgjørt at seta Johnny í Grótinum sum stjóra komandi 5 árini. Johnny tekur við starvinum frá 1. september 2017.

Nýggi stjórin er 41 ára gamal, útbúgvin cand.polit á Keypmannahavnar Universiteti og hevur leiðsluútbúgving frá Henley Business School svarandi til diplomstøði.

Johnny hevur fjølbroyttar royndir í donskum og føroyskum fíggjarstovni sum ráðgevi og leiðari. Hann hevur starvast eitt skifti á Hagstovu Føroya og verið formaður í Búðskaparráðnum. Síðan 2015 hevur Johnny í Grótinum verið stjóri á Landssjúkrahúsinum.