Johnni Poulsen nýggjur stjóri í Magn

vinna16-10-2017 - 11:26 - Jóanis Nielsen

Í dag tekur Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn.

Nýggi stjórin kennir fyritøkuna væl frammanundan, tí seinastu 11 árini hevur hann verið fíggjarstjóri á Magn.

Undan tí hevur Johnni Poulsen millum annað starvast sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni og innan búskap og strategi í norðurlendsku telefyritøkuni Telia í Danmark.

Hann tekur við eftir Hendrik Egholm, sum 1. oktober tók við sum samtaksstjóri í íslendska Skeljingi, ið er móðurfelagið hjá Magn.

Hann er útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business School, og hevur eisini tikið eftirútbúgvingar haðani, á London Business School og á IMD í Sveis.

Nýggi Magn-stjórin er miðvingur, 47 ár, giftur og eigur tríggjar døtur