John er úttikin til U-21

ítróttur25-09-2017 - 16:57 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: - Vit stórfegnaðust um 1-1 javnleikin í Finnlandi, men nú er tann dysturin søga. Týsdagin 10. oktober er mótstøðuliðið Georgia, og ætlanin er sjálvandi, at okkara ungu menn skulu finna fram somu dygdir frá seinasta dysti, har avrikið var heilt í topp, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.

Fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum til EM-undankappingardystin ímóti Georgia eru so smátt farnar í gongd. Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava úttikið 20 spælarar til komandi dyst, og sambært venjaranum er talan um ein sterkan hóp.

- Tað er gleðiligt at staðfesta, at vit hava ein sterkan hóp, og at heilt nógvir spælarar eru í ovastu deildunum, sum bíða eftir møguleikanum at sleppa inn í U21-hitan, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Georgia hevur bara spælt ein dyst higartil í hesari undankappingini. Tá var talan um 3-0 tap á heimavølli ímóti Póllandi. Fýra dagar áðrenn dystin ímóti Føroyum, spæla georgiarar á útivølli ímóti Danmark.

Føroyski hópurin sær soleiðis út

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

Ari Olsen, Skála

Benjamin Heinesen, B36

Bjarni Petersen, B36

Bartal Wardum, HB

Ólavur Niclasen, KÍ

Erlendur Magnusson, B36

Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur

Betuel Hansen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Hákun Edmundsson, Skála

Daniel Johansen, HB

Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Jann J. Benjaminsen, NSÍ

Jóannes Bjartalíð, KÍ

Meinhard E. Olsen, B36

John J. Frederiksen, 07 Vestur

Jákup Ludvig Thomsen, Thisted FC (DEN)

Búi Egilsson, TB/FCS/Royn