Jóhann Tryggvason úr Neskaupstaði helt midnáttarrøðuna

mentan15-07-2018 - 14:53 - Jóanis Nielsen

 Nógv fólk var samlað í teltinum á Loftagrund í gjárkvøldið á Vestanstevnu til midnáttarrøðuna, sum Jóhan Tryggvason úr Neskaupstaði helt.

Jóhann Tryggvason røddi um at tað í ár eru 50 ár liðin, síðan Sandavágur og Neskaupstaður byrjaðu vinarbýarsamstarvið, hann vísti á hvussu nógv ítrótturin bant hesar báðar bygdirnar saman og tosaði um positivu ávirkanina vinarbýarsamstarvið hevði havt.

Jóhann bað fólk hugsað um at hjálpa til í felagsandanum, tí tað hevði so stóra positiva ávirkan á bygdalívið.

Ein góð røða frá íslendinnginum og føroyavininum úr Neskaupstaði.

Aftaná varð stórt fýrverk skotið av á giljalandinum.