Jóhan fekk tvey mál í donskum sigri

ítróttur12-01-2019 - 23:39 - Jóanis Albert Nielsen

Danmark spældi í kvøld tann næsta dystin í HM-endaspælinum á heimavølli. Danmark tók ímóti Tunesia í Herning frammanfyri stórari áskoðarafjøld.

Danir løgdu út sum eitt ódnarveður og førdu í hálvleikinum 19-10. 24-ára gamli Føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen var tikin inní hópin aftur í morgun tí Hans Linberg hevði fingið ein skaða.

Jóhan slapp at spæla eitt korter í seinna hálvleiki og fekk hann tvey mál. Danmark vann 36-22.