Jógvan Skorheim tekur seg úr Sjálvstýri

politikkur23-02-2021 - 10:12 - Jóanis Nielsen

Eg havi í dag tikið avgerð um, at eg fari frá sum formaður í Sjálvstýri, og samstundis taki eg meg úr flokkinum.

Eg havi hugsað væl og leingi um hesa avgerð, og hon hevur verið tung at taka.

Tá ið eg gjørdist formaður fyri Sjálvstýri, hevði eg eina vón um at savna flokkin og flyta hann fram á leið eftir eitt drúgt tíðarskeið við skiftandi formonnum og ófriði. Tíverri má eg staðfesta, at tað eydnaðist ikki. Eg kenni meg ikki hava neyðugu undirtøkuna í flokkinum, og eg má ásanna, at eg havi ikki megnað at loyst mína høvuðsuppgávu, hóast eg havi lagt stóra orku í arbeiðið.

Tí havi eg tikið avgerð um at siga meg frá sum formann fyri Sjálvstýri og samstundis eisini siga farvæl til flokkin, ið eg havi verið partur av seinastu nógvu árini.

Eg haldi fram í politikki, og næstu árini verður tað sum uttanflokka býráðslimur í Klaksvíkar kommunu. Eg brenni fyri politikki, og eg vil fegin vera við at menna Klaksvíkar kommunu og føroyska samfelagið sum heild.

Eg fari framhaldandi at leggja nógva orku í at arbeiða fyri, at Klaksvíkar kommuna er við í fremstu røð, at kommunan skapar dyggar karmar fyri vinnulívið at virka í, og at ung og gomul trívast í kommununi.

Eg takki Sjálvstýri fyri, at eg fekk møguleikan at virka í flokkinum, og at eg fekk álitissessin at vera formaður floksins. Eg ynski flokkinum blíðan byr í komandi tíðum.

Jógvan Skorheim