Jógvan Skorheim spyr Hendrik Old um samferðslu

politikkur27-04-2017 - 12:16 - Jóanis Nielsen

Fyrispurningarnir snúgva seg m.a. um ætlaða fráboðan landsstýrismansins at menna ferðavinnuna í Suðuroynni við tí endamáli, at gera tað bíligari fyri bussar at ferðast við Strandfaraskipum Landsins til Suðuroyar við Smyrli, og fyrispurningar um avsláttar skipan til húsvognar og húsbilar, eins og vanligir bilar fáa í dag við Strandfaraskipum Landsins.

Tá hugsa verður um ferðavinnuna, ber ikki til einans at hugsa um ferðafólk, bussar og Suðuroynna í samband við Smyril. Skal ferðavinnan mennast, er neyðugt, eisini at hugsa um føroyingar sum ferðast í egnum landi við húsvognum og húsbilum.