Jógvan settur settur sum tekniskur leiðari

vinna25-05-2018 - 11:50 - Jóanis Nielsen

Jógvan Ósá er settur í fast starv sum tekniskur leiðari í Eysturkommunu. Starvið varð lýst leyst í vár, og 8 umsøkjarar vóru til starvið. Jógvan var settur grundað á sína útbúgving, royndir og persónligu evnini at menna tænastustøðið og tekniska økið framyvir.

Jógvan hevur starvast sum byggimálsviðgeri hjá Eysturkommunu, og í desember varð hann fyribils settur sum tekniskur leiðari til starvið varð lýst leyst. Hann er útbúgvin byggifrøðingur við kandidat innan leiðslu og informatikk.