Jógvan Meinhard Johannesen lagt árarnar inn

mentan06-08-2018 - 10:45 - Jóanis Nielsen

Tey sum gjøgnum tíðina hava ferðast nógv til Mykinesar í brimi og logn, hava sum tað fyrsta niðri í fjøru møtt og heilsað uppá ein sera fryntligan og hjálpsaman mann, sum hevði stóra vitan um alt sum fyrifórst í náttúruni í Mykinesi.

Ofta var hann spurdur um hvat ráðiligt var at gera, um tað var at leggja til á fjall, at leggja til at fara eftir súlu, hvørjir lundasessir ráðiligir vóru at fara í, alt eftir hvør ættin var.
Allan tann blíðskap og hita sum tú og Ruby góvu okkum øllum sum komu á gátt, og fyri ikki at gloyma, allar skuffukakurnar og alt kaffi sum var skonkt.
Tað lívliga práti og hugnan, hetta kunnu vit øll siga frá sum kendu hjartarúmið í Stallhúsi.
Góði pápabeiggji frá hjartanum takk fyri allar løturnar í mínum uppvøkstri, hvar tú og tit vístu blíðskap har vesturi, og takk fyri øll tey góðu ráðini, um hvar vit kundu ganga og hvar vit als ikki skuldu fara.
Nú tú ikki orkaði meira, var tú tann seinasti av systkinaflokkinum í Stallhúsi sum slóknaði.

Við samkenslu

Kaj Leo Holm Johannesen.