Jógvan Heinesen

mentan25-09-2021 - 12:49 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan: Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Heinesen er føddur í Sandavági í 24. apríl 1939. Hetta komst av, at pápi hansara, Jákup Heinesen var lærari í Sandavági, heilt fram til hann fekk starv sum lærari í heimbygdini Kunoy í 1949.

-Pápi mín var klokkari, deknur og organistur ímong ár, ja, heilt frá tí hann byrjaði sum lærari og í 1949 og fram til 1986. Hann var fyri tað mesta einsamallur, tó onkur læs fyri hann onkuntíð. Pápi var tað man kallar fyri vandrilærari. Hann var lærari í Kunoy og í Haraldsundi. Tað tók tveir tímar at ganga millum bygdirnar, sigur Jógvan Heinesen.

-Eg avloysti pápa sum klokkari. Mamma mín er úr Havn. Sofie Henriette Davidsen, dóttir Joen Peder Davidsen. Eg havið verið sjómaður, tók navigatiónina og siglt úti og eri komin víða um, eisini í fiskiskapi, sigur hann.

-Kirkjan er frá 1867 og spírin í kirkjutorninum er gjørdur í smiðjuni á Skarði. Skarðsmenn vóru góðir jarnsmiðir.

-Eg havi nú búð í Kunoy í 70 ár og her hevur verið gott at verið. Eisini er stuttligt at hava upplivað tíðina, tá bygdin var heilt avbyrgd og fram til í dag, har koyrandi er allastaðni. Eg var í Sandavági undir krígnum og minnist væl kríggsárini í hvussu er tey seinnu. Tá var trongt í Vágunum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.