Jógvan Fríðriksson hevur gudstænastu í Íslandi

mentan19-10-2018 - 17:19 - Jóanis Nielsen

Jógvan Fríðriksson, Føroya biskupur, hevur gudstænastu í Hafnarfjarðarkirkju sunnudagin, 21. oktober 2018 kl. 11.00. Prestur Kristján Valur Ingólfsson, fyrrverandi biskupur í Skálholti, og Jón Helgi Þórarinsson, sóknarprestur, hava altargangin.

Biskupur kemur til Íslands í sambandi við norðurlendskan høvuðsbiskupafund og ráðstevnuna Arctic Circle, ið verður í Hörpu í vikuskiftinum.Við biskupi úr Føroyum koma prestarnir Inga Poulsen Dam, sóknarprestur í Miðvági, Maria Jørðdal Niclasen, sóknarprestur í Kvívík og Sverri Steinholm, sjúkrahúsprestur í Tórshavn.