Jógvan á Lakjuni spyr Rigmor Dam um landsroyndir

mentan26-09-2017 - 13:44 - Jóanis Nielsen

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um landsroyndir

1) Ætlar landsstýriskvinnan at avtaka kravið um landsroyndir, bara tí at tað tøkniliga hevur svikið – ella liggur okkurt hugsjónarligt aftanfyri?

2) Er ikki alneyðugt at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum innlit í tað fakliga støðið í fólkaskúlanum, soleiðis at tað, sum kanska fer av lagi í undirvísingini, kann rættast uppaftur, meðan tíð er?

Viðmerkingar:

Fyri góðum tíggju árum síðani, á vári 2007, vórðu stórar broytingar gjørdar í fólkaskúlalógini, har serligur dentur varð lagdur á styrkja um byrjanarundirvísingina og lesimenningina. Hetta varð gjørt í kjalarvørrinum av PISA-undankanning, sum vísti vánaligt fakligt avrik hjá føroyskum næmingum.

Tímatalið í teimum fyrstu flokkunum bleiv munandi hækkað, og ikki so lítið av peningi varð sett av til hetta. Harumframt varð heilt natúrliga ein eftirmetingarskipan sett í verk við m.ø. landsroyndum og støðuroyndum í ávísum flokkum.

Endamálið við landsroyndunum var heilt greitt og er eisini væl útgreinað í viðmerkingunum til lógaruppskotið (116/2006). Í viðmerkingunum stendur m.a.:

“Endamálið við at hava landsroyndir er at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Við støði í hesum royndum kann tað rættast uppaftur í undirvísingini, sum ber á skeiva borðið. Landsroyndirnar eru ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum. Mentamálaráðið skipar fyri landsroyndunum, og skúlarnir fáa at vita miðalúrslitið fyri sínar flokkar, umframt at teir fáa at vita, hvussu hesir liggja í mun til miðalúrslitini fyri hinar skúlarnar og fyri landið alt. Úrslitið hjá einstøku næmingunum verður ikki kunngjørt.”

Tað hevur undrað spyrjaran at hoyra úttalilsini hjá landsstýriskvinnuni um landsroyndirnar hesa seinastu tíðina, har hon tosar um eitt “stressað system” og enntá setur spurning við, um og hví vit skulu hava landsroyndir. Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 27. september 2017

Jógvan á Lakjuni