Jógvan á Lakjuni spyr løgmann um hjúnabandslógina

politikkur06-01-2017 - 09:05 - Jóanis Nielsen

Jógvan á Lakjuni løgtingsmaður, hevur sett § 52a fyrispurningur til løgmann um yvitøku av §14, stk 2 í hjúnabandslógini.

1) Hvussu kann løgmaður í samband við § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini fara uttan um Løgtingið og § 46 í stýrisskipanarlógini, har tað stendur, at mál verða yvirtikin sambært løgtingslóg?

2) Kann løgmaður vátta, at hægstu embætismenn í kirkjumálum í MMR eru fullkomiliga ósamdir við løgmann um, at § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikið?

3) Kann løgmaður greiða frá, hví hann ikki lurtar eftir tí føroyska kirkjumálaráðnum, sum við ógvuliga góðum og sannførandi argumentum prógvar, at hetta stykki ikki er yvirtikið?

4) Fer løgmaður ella landsstýrið at áleggja embætisfólki í kirkjumálum í Mentamálaráðnum at gera uppskot um at broyta ella strika § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini ímóti teirra sannføring?

Viðmerkingar:

Sambært stýrisskipanarlógini kann einki mál verða yvirtikið uttan við løgtingslóg. Og tí er skakandi at hoyra, at løgmaður nú uttan at spyrja løgtingið um loyvi er farin uttan um sínar heimildir og hevur lýst, at stk. 2 í §14 í hjúnabandslógini er yvirtikið.

Tá ið Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, var gjørt púra greitt, at hjúnabandslógin ikki var partur av yvirtøkuni, og tað var útgreinað væl og virðiliga í viðmerkingunum til lógaruppskotið um yvirtøkuna, har sagt varð:

“Hjúnalags- og kirkjurættarliga økið bera við hvørt annað á onkrum øki. Við uppskotinum verður hjúnalagslóggávuøkið ikki yvirtikið. Tað verður framhaldandi á donskum hondum. Tó er eitt markamót, sum verður yvirtikið, nevniliga heimildin í § 15, stk. 2 í galdandi hjúnalagslóg fyri Føroyar at gera av, hvørjir ávísir prestar innan onnur trúarsamfeløg hava heimild at gifta. Danska familjustýrið hevur í skrivi 24. juli 2006 váttað, at teir eru samdir í, at soleiðis verður farið fram.”

Her stendur svart upp á hvítt, at bara §15, stk. 2 í hjúnabandslógini og einki annað fylgdi við yvirtøkuni – og niðurstøðan kann bara vera, at her er eingin onnur grein ella nakað annað stykki yvirtikið. Heldur ikki § 14, stk 2!

Øll umsitingin – bæði á Løgtingi og í landsstýri – hava verið sannførd um hetta, og tey hava eisini handlað út frá hesum. Og ikki minst hevur tað føroyska kirkjumálaráðið og embætismenninir har við sannførandi argumentum prógvað, at stk. 2 í §14 er ikki yvirtikið.

Fyri undirritaða sær tað tíverri soleiðis út, at tá ið eitt mál er “politiskt korrekt”, so ber alt til. Tá hava stýrisskipan og lógir, reglur og siðvenjur ongan týdning. Alt málið um broytingarnar í hjúnabandslógini prógvar hetta!

Á Løgtingi, 5. január 2017

Jógvan á Lakjuni