Joen Pauli Joensen: Í kjalarvørri floksmanna. Um mat og máltíð

mentan12-07-2016 - 11:46 - Jóanis Nielsen

 Í kjalarvørri floksmanna. Um mat og máltíð.

Orð søgd á floksmannadegi í Hattarvík 2. juli 2015.

 

Jóan Pauli Joensen

 

“Latið ei søguna doyggja, goymi hana so væl  í dreingja sinni og moyggja, hon mikið útrætta skal” syngja vit ofta, tá vit eru saman og lagið er gott.

 Løtan  henda floksmannadag í Hattarvík er ein slík løta, har roynt verður at halda lív  í søguligum  tilburðunum, sum fóru fram fyri eini 500 árum síðani á ein søguliga modernaðan hátt.

 Flestu tykkara hava óivað uppfríska søgnina um floksmenninar, so hana skal eg ikki siga, men nógv vatn er runnið í ánna, síðani teir tríggir Hálvdan Úlvson, Høgni Nev og Rógvi Skel  vóru á fjalli og komu til ilnar um nøkur seyðbond , ið førdi til, at tað í teimum kveiktist ein hugur til ikki bert at leggja Fugloynna, men allar Føroyar undir seg.

Teir tríggir fingu skjótt  knýtt aðrar menn at sær, menn sum kortini ikki allir høvdu tað somu valdsmuru, sum teir tríggir fyrstu. Tann fjórði, Sjúrður við Gellingará,  tykist at hava verið ein hampamaður, sum hevði eitt fjálgt hjúnalag í vænti og hevði eygu fyri tí vakra og andaliga, eitt nú, tá hann tungur huga mælti “Frítt er Eystfelli frá at fara”.

Ein annar,  sum av tilvild  var drigin upp í floksmannaliðið var var Árni, sonur bóndans í Kunoy. Hann royndi at sleppa sær burturúr sum skjótast, tá teir løgdu at í Kunoy. Hetta mutlaði hann við Sjúrð við Gellingará umborð á floksmannabátinum. Hinir grunaðu tá ilt og vildu hava at vita, hvat teir mutlaðu um. Jú, teir tosaðu um, hvussu feitir veðrarnir í Kunoy vóru og  undraðust  á um kýrnar í Kunoy mundu vera líka feitar nú sum fyrr.

 At tosa um veðrar og veðrakjøt  hevur ongantíð verið løgið millum menn, og mjólkin hon átti lívið í mongum, tá kúgvin hevði kálvað. Tað var einki forgjørt í at tosa um slík matkend  evni, so hinir slógu seg til tols.

Floksmenninir  endaðu dagar sínar undir Valaknúkum.  Tríggir teirra vóru kanska so mikið radikaliseraðir, fyri at nýta eitt hugtak frá nútíðini, at teir ikki rættiliga  skiltu millum munin á lívi og deyða. Tað gjørdi Sjúrður. Hann græt. Fekk valla talað fyri sorg og sút, nú honum var greitt, at  hann for at verða dýrdina saman við festarmoy síni fyri uttan her á fold.

 Tá floksmenninir vórðu settir til borðs, so teir ikki fóru hungurstungnir inn um deyðans gátt, hevði hann, Sjúrður við Gellingará, mist matarlystin. Matarlystinum hjá hinum trimum bilti einki, tí sum sagt verður frá:  “Hálvdan Úlvson, Høgni Nev og Rógvi Skel settu seg til borðs og gjørdu sær til goðar við skerpikjøti og alskyns góðum mati og drekka, men Sjúrður tók bønabókina at lesa í og bað Gud um at tilgeva sær syndir sínar”

Tá  fingu fólk meira vælvild við Sjúrða og hildið varð, at hann í roynd og veru var vorðin floksmaður móti sínum vilja, og at hann hevði  roynt at forða fyri so nógvum illum, sum tað stóð í valdi hansara at gera. Tí vildu teir geva honum lív og grið. Men Sjúrður, hann kravdi at sleppa at lata lív. “Eg havi samtykt í tí illa, sum hinir hava gjørt,” segði hann, “tí vil eg fáa sama gjald sum teir, og um eg hevði sloppið hesju ferð, so kundi eg komi til at gjørt ilt eina aðru ferð.” 

Hetta er ein klassisk søga um mann, ið ikki støkkur undan, men tekur ábyrgd av sær sjálvum og gerðum sínum.

Í søgnini verður sagt, at “leiðir teirra síggjast enn í dag; leiðini hjá teimum trimum er svørt og ljót, eyrur og grót, men leiðið, sum Sjúrður hvílir undir, tað er vakurt, altíð er tað prýtt við grønum grasi.”

Ævinleikin sýndi honum, Sjúrða, ta sømd,  ið hann hevði uppiborið. Symbolikkurin er greiður, tí grasið er lív, tað ger at seyður ferðast um ups og ás til tindafylgi og brøttu skørð.

Eg eri biðin um at røða eitt sindur um  føroyskan mat á hesum floksmannadegi, har borðreitt verður við so nógvum góðum úr  okkara hjalli og kova.

 Eg hevði fegin vilja kunna greitt tykkum frá mati og matarhaldi á døgum floksmanna fyri umleið 500 árum síðani, men um tað eru mestsum ongar heimildir, sum eg kann fáa nyttu burtur úr.

Ein tann nærmasta er frásøgnin um Jón Indiafara, sum var á vitjan í Føroyum í 1616. Á hesi ferðini var hann í veitslu hjá Mikkjal í Lamba. Veitslan stóð í fýra dagar. Sambært frágreiðing hansara fingu teir góðan mat, lýddu á tónleik og vóru í føroyskum dansi. Mikkjal í Lamba skonkti trý sløg av mjøði og nýggju sløg av ymiskum bjóri. Vit mugu minnast til at hetta var í eini tíð, tá føroyingar enn sjálvur syrgdu fyri sambandinum til onnur lond og ikki vóru innibyrgdir, sum teir seinni komu at vera.

Okkurt  annað søguligt klípi er um mat, eitt nú muga tey flestu vita, at tað var Kálvur lítli sum segði, at “Mådelig pølse er altid bedst, hvad enten den er af ko eller hest.”

Tað vit vita um, hevur verið tvær mentanir, ein almúgumentan og ein embætismannamentan –  lutvís stórbóndamentan – í Føroyum og munurin á teimum var stórur.

Vit hava upplýsingar um, hvussu tað var fyri eini 200-300 árum síðani. Helst er ongin orsøk til at halda, at var so stórt øðrvísi  eini 200 ár frammanundan, tí matartilfeingið var í høvuðsheitunum tað sama. So vit taka kjansin og fara í dansin.

 Hjallurin var  uppfunnin,  salt var fáa, men tað var so dýrt, at tað var ikki keypandi hjá vanligum fólki, uttan sum krydd. Kanska onkur prestur, embætismaður ella  bónda við nógvari jørð hevði ráð til at salta sær okkurt smávegis niður í ein kagga. Onnur høvdu ikki ráð til tað.

 Tað vanliga var at heingja allan mat upp. Sjálvt  ósaltað spik varð hongt upp at turka,  men tað man hava verið herskin kostur. Tað hevur helst tað fløt  eisini verði, sum tey ballað inn í seyðaskinn gróvu niður í jørðina at goyma til ringar tíðir.

Sjálvandi var bøur veltur, men tað var lítið í mun til tað, sum var velt seinni, so vetrarfóðrið til neytini hevur verið tepurt í Føroyum eins og tað var í øllum Evropa um tað mundið.

Umframt grasið, sum var hoyggjað, veltu tey korn og røtur – føroyskar røtur, sum vuksu niðureftir. Annað var ikki, jú, hvonn í hvanngarðinum. Nakað av korni,  rugi, varð innflutt og kanska eitt sindur av mjøli eisini og so okkurt annað, krydd  og eitt sindur av onkrum sukurkendum. Okkurt at drekka var eisini, mest til brúdleyp og høgtíðir. Tað fekst bert í handlinum í Havn. Tað sum loynihandilsskip seldu, vita vit einki um, men okkurt mundi koma tann vegin..

Taka vit støði í sjálvum máltíðunum, so vóru tær lítið ella einki broyttar frá tí, sum vit kenna seinast í 1700-árunum til hvussu tað var, tá eg var smádrongur fyrst í 1950-árunum í Sørvági: Ábit, morgunmatur, døgurði, millummáli og nátturði. Av hesum er millummálin kortini helst ikki so gamal sum hinar máltíðirnar.

Tað fyrsta, sum tey fingu sær um morgunin var ábit, og tað var bara okkurt matkent,  sum fyri fall og kann neyvan skiljast sum ein máltíð. Kanska hava fólk ikki verið so svong  um morgunin tá í tíðini, tí tá ótu  tey nátturða beint áðrenn tey løgdu seg og hann var ikki meira enn sodnaður, tá tey vaknaðu. Hinvegin dámdu teimum gomlu ikki at fara svøltandi út um morgunin, tá tá kundi okkurt ringt spyrjast burtur úr, tí okkurt ilt kundi hanga í morgunluftini.  Tað vóru kortini ikki øll, sum tóku tað so tungt.

Fyrsta rættiliga máltíðin var morgunmaturin, sum var um 10 tíðina. Stundir skuldu jú verða til at fáa eldin á grúgvuni at loga aftur eftir at hirt hevði verið um náttina. 

Fastur partur av morgunmatinum var drýlur, bakaður úr føroyskum kornið, sum varð malið til mjøl á kvørnini. Drýlarnir vórðu eltir og lagdir í eimin seint á kvøldi ella tíðliga um morgunin, so teir  vórðu lidnir til morgunmatartíð.

Drýlur varð etin heitur saman við onkrum viðskera. Tey høvdu vanliga bert ein viðskera hvørju ferð. Viðskerin kundi vera tálg,  garnatálg, fløt, spik, fiskalivur, turkaður sveiti, eitt hálvt riv ella annað kjøtkent,  ein turkaður fótamørur til okkurt serligt høvi. 

Við hvørt kundu tey í staðin fyri at eta viðskera afturvið,  koyra tálg, garnatálg ella fiskalivur í  drýlin. Hugtaki tálgardrýlur er ikki ókent.

Hevði kúgvin kálvað, kundu tey hava mjólk ella okkurt annað mjólkkent sum viðskera. Áttu tey smør, so var tað viðskerin, einki annað. Ostur var sera forkunnugur á morgunmatarborðinum, men kom fyri høgtíðsdagar.  Men hjá summum var bæði smør og ostur sum lundi á jólanátt.

 Har, sum tey fingu fugl um summarið kundu tey hava okkurt av fuglinum til viðskera, eitt nú fuglalivur og høvd. Seinni í tíðini, tá havhesturin kom, so var tað ikki óvanligt at hava ein kvart havhest til morgunmat, ella eina saltsild, har tey fingu sild, eitt nú á Skálafjørðinum.

 Sama var um heystið í skurðtíðini, tá var eitt og annað av seyðinum, sum kundu brúkast til viðskera.  Áttu tey hønur  ella dunnur  høvdu tey egg at taka til.  

Drekka var vatn, mjólkarvatn og onkuntíð blak ella blonda. Te og kaffi  var einki. Øl sum var vanligur drykkur aðrastaðni,  kundi koma fyri hjá onkrum, sum vit longu hava hoyrt um, men tað var ikki vanligt at føroyingar bryggjaðu sær øl.

 Døgurðin var um 2 tíðina, ella har á leið. Døgurðin var vanliga kókaður, men ikki altíð. Eplini, sum í dag eru ein fastur táttur til døgurða vóru ikki vanlig fyrr enn í seinna partinum av 1800-talinum.

 Kendi skálamaðurin Jóan Karl á Skála, ið hevði verið í aðrari bygd og ferðast, kundi, tá hann kom aftur, bera tey stóru tíðindi, at hann hevði fingið bæði tvøst, spik og epli til døgurða.  Tað var  sera óvanligt, tí vanliga fingu tey bert tvey av hesum. Tað tók sína tíð áðrenn epli vóru fastur táttur í døgurðanum, nógv høvdu heldur ikki álit á eplunum sum mat.

Tann vanligi døgurðamaturin var fiskur, feskur, visnaður, ræstur ella turrur, toskarhøvd  – grunningshøvd ikki at forgloyma. Afturvið høvdu tey  spik, tálg , garnatálg ella fløt, um slíkt var í hjallinum.

 Áttu tey grind var tvøst og spik døgurðamatur ella kópatvøst og spik, har tað fekst. Men tað vóru tíðir tá ongar grindir vóru. Stórhvalatvøst sum døgurðamatur kom ikki fyrr enn í 20. øld.

 Á fuglaplássunum var fuglur døgurðamatur í fleygingartíðini, men nógv fuglahøvd skuldu til hjá manni fyri at fáa mettuna. Tann fuglur, sum ikki varð etin feskur var hongdur upp at visna, ræstna og turka, so hann kundi varða longur og hann var góður at hava at taka til, tí tað ráddi um altíð at hava nógv mikið av mati niðurfyri.

Fólkatalið fyri 500 árum síðani var kanska ikki meira enn gott 4000 og tá áseyðatalið hevur verið á leið tað sama, um tað ikki vóru fellisár, so var meira kjøt til hvønn. Hyggin fólk syrgdu fyri altíð at hava eitt árspring niðurfyri av skerpikjøti at taka til.

Seyðakjøt var yvirhøvur gildismatur hjá teimum flestu, kortini so, at tá menn vóru á fjalli ella gjørdu annað útiarbeiði kundi teir hava ein kjøtbita við sær.  Tað vóru nógv, sum ikki blóðgaður knívin, men vanligt var at tey fingu avroð frá bøndrunum, sum ikki  altíð sjálvir fingið etið øll avroðini um heystið. Annars royndu teir at turka bæði livrar og sveitar. Tað sum ikki var etið sum blóðmørur straks, var hongt upp í hjallinum, har tað kundi halda sær leingi, men rosinur og sukur koyrdu teir ikki í blóðmørin tá, men onkur kundi koyra røtur í blóðið.

Drukkið var ikki aftur við matinum, men fyri at fáa onkra vætu umframt vanligt vatn, høvdu tey drekkasúpan oman á døgurða. Døgurðasúpanin var altíð drukkin og ikki sopin, verður sagt mangastaðni. Men uttan mun til um súpanin var drukkin ella sopin so kravdi hon bót.

Alt av seyði kundi næstan brúkast til bót, fekst ella ræst, ikki mist garnatálg ella bótartálg, sum tey siga summa staðni.

 Tey høvdu eisini fuglasúpan, rótasúpan, blondusúpan og sniksúpan, sum var kókað av tvøsti og spiki, men tað vóru ikki øll sum dámdu sniksúpan. Hon hevði longu ringt orð á sær í 1700-árunum.

Eitt er kortini undrunarvert, og tað er at føroyingar ikki gjørdu sær súpan av fiskasoði, sum annars var vanligt aðrastaðni í Norðurlondum. Fiskasoðið fingu neytini. Onkur hevur sagt mær, at barnakonur kundu fáa fiskasoð at drekka, tí tað skuldi verða styrkjandi.

 Einasta fiskasúpanin sum føroyingar hava havt er knettasúpanin, og hon kom rættiliga seint, kanska enn ikki fyrr enn um aldaskiftið 1900. Tað sum hevur gjørt at kundi brúkast, hevur verið tálgin í knettunum, tað var ein bót tey kendu.

 Fingu tey eina avdeyðaær ella skrindu um heystið, sum ikki var etandi, so vóru tað tey, sum limaðu hana sundur og koyrdu hana í eina tætta tunnu. Har lá so skrindan í ein mánað ella tveir. Nógv av vætu setti úr kjøtinum og endaði niðri í botninum á tunnuni. Hesa vætu brúktu tey eins væl og skrindukjøtið í tunnuni til súpanarbót. Slíka súpan nevndu tey skrindusúpan.

Leingi var drekkasúpan tað einastu tey drukku omaná, umframt vatn ella okkurt mjólkkent. Tað er ikki fyrr enn umleið eftir 1750, at tað bar til at keypa te og kaffi í einahandlinum. Tað tók sína tíð áðrenn kaffi og te kom at verða vanligt. Tá fóru tey at fáa sær ein drekkamunn oman á døgurða. Men eisini tá tað kom til tað vóru nógv eftirbátar. Øll vistu heldur ikki hvussu tey skuldu gera te og kaffi.

Sjálvur haldi eg, at máltíðin – millummáli – millum døgurða og nátturða ikki er vorðin til eina skipaða máltíð fyrr enn við drekkamunninum, tá komfýrur var vorðin vanligur í hvørjum húsi.

  Nátturðin var seinasta máltíð á degi og hann var etin seint, ikki fyrr enn beint áðrenn niðurfaringartíð, tí sagt verður ofta, at tá hendi tað seg, at børnini vóru sovnað og tí fóru nátturðaleys í song, um tey ikki fingu okkurt at eta áðrenn.

Nátturðin næstan altíð súpimatur, kortini so, at summi ótu turran seið niður undir. Súpimaturin var  bótasúpan ella greytur. Munurin á súpan og greyti var ikki so stórur, tí gjørt var út á súpanina, so hon var ofta so tjúkk, at spónin stóð í henni.

 Hevði kúgvin kálvað, so kundi tað verða okkurt mjólkkent at súpa, eitt vellingur ella greytur,  ein serliga góðan og mjúkan greyt nevndu tey tann mjúka mjólkgreyti,. Hann var mestsum bert gildismatur. Tá kúgvin hevði kálva, tá fingu tey ketilost, sum var borðin í onnur hús eisini.

Høvdu menn verið á seiðabergi ella dyrgt, so var feskur seiður og livur vissur til nátturða. Í hesum sambandi kunnu vit eisini nevna livurmaga, livurhøvd alla kamshøvd. Tað kundi verða etið bæði til døgurða og nátturða. Livurmagar og livur høvd vóru fiskamagar sum tey koyrdu livur niður í. Kams var eitt sindur øðrvísi, tí tá var mjøl og eitt sindur av krydd blandað uppí. Kams var eins og livur koyrt bæði í magar, seið og høvd. Orðið kamsseið, man onkur hava hoyrt. Kams er eisini kent víða um í øðrum Norðurlondum.

Tað, sum eg her havi sagt frá, tað var tað dagliga og tað vanliga. Tað veldst kortini um árstíðirnar og um tað var gildi. Tí gildismaturin, hann var munandi betri.

Tað kundi henda seg at tey onkuntíð fingu flatkøkur úr rugi gerandis, men tað vanliga var at hava slíkt gildisdagar, tað verið seg til høgtíðir, brúdleyp ella onnur gildi. Pottabreyð baka í potti, var eisini gildismatur. At eta kaku í tíð og ótíð gjørdu tey ikki tá, men tey høvdu køkur, í hvussu so er tey “fornemmu”, sum Jens Christian Svabo nevnir tey. Hann sigur um 1780 frá, at til stór brúdleyp fingu tey súpan, fisk, steik, buding – av tí gamla slagnum, sum tey gjørdu sjálvi, ikki Oetker –  vaflur, góðaráð, sviskutertu, mandlutertu, systurkøku og sukurkringlur.

Ferðamenn, sum komu til Føroyar seinast í 1700-árunum og í fyrra parti av 1800-árunum eru eisini bilsnir yvir tann góða mat teir fingið, hjá tí betra slagnum í Føroyum. Onkur teirra hevur lovprísa dímunarostinum upp til skíggja. Har treyt hvørki matur, øl ella vín fyri ikki at tosa um  góð sløg av tí sterka, men neyvan hevur tað verið so hjá  fólki flest.

 Hinvegin so ber tað til at hugsa sær at arbeiðskonurnar tóku onkrum av hesum  matarhugskotunum við sær heim og royndu at gera okkurt av tí sama við hús. Í øllum førum vóru vaflujørn og góðaráðjørn í fleiri bygdum. Fólk læntu tey frá hvørjum øðrum tá brúk var fyri teimum.

Taka vit saman um, so høvdu tey umframt tað, sum eg havi nevnt frammanfyri um 1780 bæði blóðpylsu, eggjapylsa, gjørd sum blóðpylsa, men uttan blóð. Eisini høvdu tey mørir av ymiskum slag. Tað var kjøt og annað av innvøli, sum var skorið sundur, hakkað og koyrt  upp í indur ella elt saman í knetti. Tað, sum tey nevndu fiskamør var burtur úr fiski og minti ikki sørt um fiskaknetti. Sláturmørur og ketilsmørur vóru gjørdir av hakkaðum kjøti og innvøli og ofta var fiskur koyrdur í saman við eitt sindur av kryddi. Hetta kundi etast sum tað var, men sum so mangt annað var tað eisini hongt upp í  hjallinum til seinni nýtslu, tí tað ræsta ella sum tað nú so fínt eitur, tað fermenteraða hevur altíð fallið føroyingum væl. Tað er kanska ikki so løgi, tí longu sum pinkubørn fingu børnini garnatálgstátuna stungna í munnin, so ikki er løgi at teimum kom at  dáma tað ræsta.

Tað, sum kortini bar av øllum, tað var tað turra kjøtið ella skerpukjøt, um tað var nóg gamalt, og tað eitt sindur fínari saltskerpa, sum tey stroyddu salt á. Skinsakjøtið ikki minst skinsasíðan var høgt í metum. Síðan prýddi mangt eitt gildisborð og tann sum setti á hana, skuldi vita, hvussu hann skuldi skera. Skar hann skeivt, so gjørdi hann sær fyri skommum.

Sagt verður at føroyingar ikki hava tosað um mat, men at lata nøkur orð fella um dygdina á kjøti og skinsakjøt við, tað hoyrdi til góðan borðsið.

  Kjøtpylsa var til, men hon var sjáldsom og tað vóru mest tey fínu ella fornemmu, sum ótu hana. Tey “fornemmu” høvdu eisini roykt kjøt, verður sagt. Vanligir føroyingar royktu sær ikki kjøt, men tað gjørdu prestar og embætismenn. Onkuntíð muga fleiri føroyingar  hava roykt mat, tí tað sigst at ein stórur partur av baraldinum varð oyddur, tí hann var brúktur at roykja mat við.

Fram til miðjuna av 1800-árunum var ikki annað enn grúgva og fýrstaður í roykstovuni. Kanska onkur hendinga bakarovnur var í Havn, í Kirkjubø og tað skuldi ikki undra meg, um húsfrúgvin í Húsavík ikki eisini hevði ovn í síni tíð. Fólk flest høvdu tað ikki. Skuldi tú steikja, so var tað á steikispjóti yvir eldstaðin í roykstovuni ella kanska í sornhúsinum, tí har kundu tey kynda stóran eld. At grilla vildu vit nevnt tað í dag.  Vanligt var eisini at svíða seyðarhøvd í sornhúsinum um heysti, tá tey kortini turkaðu korn har. Tað, sum tey nevndu steik, varð vanliga kóka fyrst og síðani brúnkað eitt sindur í einum stórum potti.

 Tá teir fyrstu komfýrarnir komu beint áðrenn 1850 var tað ein kollvelting, sjálvt um tað tók mong ár áðrenn komfýrur kom í hvørt hús. Eg minnist hús  Sørvági, sum enn høvdu fýrstað miðskeiðis í 1950-unum.  Komfýrarnir gjørdu, at tað bar til at halda ketilin heitan allan dagin, og drekkamunnarnir komu tá at verða tíðari, men tað  sum var minst líka týdningarmikið var, at tað nú bar bæði til at baka og steikja í bakarovninum. Tað er nú at føroyingarnir fara at eta meira breyð, men tað tók mong ár áðrenn breyðið trokaði súpimatin av til nátturða.

 Eitt annað, sum væl seinni kollvelti nógv, tað var primussurin, sum gjørdi at tú altíð kundi seta ketilin útá og kóka tær ein drekkamunn uttan størri hóvasták, men tá eru vit komin til 20. øld, men hann er verdur at nevna – eisini primisbakarovnurin.

Vit hava ofta lyndi til at romantisera tað, sum farið er, men tað er ikki so nógv sum bendir á at fólk, eftir at tey  fingu ovn at baka í, saknaðu teir gomlu byggdrýlarnir,  ið ofta vóru bæði hvassir og berknir. Betri líkaði teimum breyðið, sum vit kenna tað í dag, og tað er neyvan nakar í dag, sum hevur smakka tann gamla føroyska drýlin. Tað, sum í dag verður nevnt drýlur er nakað annað enn tann gamli drýlurin. Hann høvdu flokmennirnir hildið veri køku.

 Broytingarnar byrjaðu væl áðrenn fríhandilin kom, fríhandilin var ein fylgja av broytingunum, sum tá av álvara tóku dik á seg, bæði hugsjónarliga og í verki.

Tað er nú at Føroyar smátt um smátt fara frá tí gamla  búskapinum, har alt varð framleitt heima, til ein brúkara ella konsumbúskap har meira var keypt. Henda gongd hevur bara staði við og versna, um vit vilja siga tað soleiðis. Í dag er lítil munur á tí, sum tú kanst keypa í handlunum í Havn og Klaksvík og tí sum tú fært aðrastaðni  í Evropa.

Fyrr var matarhaldið heft at árstíðini, tað er tað ikki longur, men tað er aftur vorðin eitt rák, sum vinnur fram millum matkøn fólk at eta eftir árstíðini og at eta tað sum er lokalt. Tú skalt eta tey epli sum tú sjálv hevur velt, men einki er nýtt undir sólini, tað gjørdu øll fyrr.

Eg kundi fari nógv meira niður í smálutir, men so verður eingin endi á. Eg havi skriva bók um evni, sum tit kunnu blaðað í, um áhugin er nóg stórur.

Fyri at koma aftur til floksmennirnar, so eri eg vissur í, at t vórðu teir settir til sama borð sum tit í dag, áðrenn teir vóru stoyttir oman av Valaknúkum, so høvdu teir, um teir høvdu aðra trúgv,  hildið at teir longu vóru komnir til himmals og  høvdu  eisini hildið at vakrar moyggjar bíðaðu eftir teimum aftanfyri onkustaðni ella uppi á loftinum.

At gera góðan mat, tað hevur nógv til felags við at yrkja og  duga at siga søgur. Tað er tað, sum kokkurin leggur afturat í matgerðini, sum ger munin. Her hevur uppfinnsemi og kreativitetur alt at siga. Hevur tú fyrst sagt eina søgu væl,  ella hevur tú gjørt eitt gott máltíð við egnum samleika, so halda bæði kokkurin sjálvur og vit sum eta, at soleiðis eigur  tað verða.  At yrkja er at skapa og tað er tað at gera mat eisini. Ein góður kokkur yrkir mat sín.

 Sjónvarpssendingin  Spisikamarið hjá Pætur og Gutta hevur nú eisini vunnið sær pláss í sjónvarpsrásum í Norðurlondum, tað er tí, at teir duga at yrkja og siga eina søgu við mati.   Tað at kunna seta eina uppliving inn í eitt høpi hevur nógv at siga.

 Fyri stuttum  hjálpti eg tveimum skúlanæmingum við eini uppgávu um ein møguligan føroyskan tjóðarættur.  Ein teirra brúkti orðið minnismáltíð í týdninginum um eitt máltíð, sum hann serliga mintist aftur á. Fyri hesum næmingi var tað serliga okkurt máltíð, sum hann hevði verið um saman við abbanum, sið hann mintist afturá. Eg haldi at hann nevndi síl, sum hann og abbin høvdu fiska, og sum teir stoktu saman.

Hetta fekk meg at hugsa um, einaferð eg sum smádrongur saman við einum vinmanni  við glúpi  hevði  fingið eina rúgvu av  heilt smáum ternumurtum, nógvir ikki meira enn góðan tumma til støddar.  Mamma gjørdi ikki vandari, enn at hon setti pannuna út á komfýrin og so stokti hon ternumurtarnar, sum teir vóru til okkum til nátturða. Eg minnist, at vit fingu fransbreyðsbollar frá bakaranum, aftur við. Eg havi ongantíð fingið eitt slíkt máltíð aftur, men eg gloymi tað ikki.

  Eisini komi eg at hugsa um ta ferðina, fyri skjótt nógvum árum síðani, tá  Leon Heinesen, vitameistari, hevði bjóða okkum báðum bygdamonnum sínum, Pál Weihe og mær, at seta kalvalínu við  sær.  Meðan línan stóð, tók hann okkum við sær inn ímillum skerini beint undir vitanum á Mykineshólmi,  har hann var staðkendur. Har er ein lítil pollur beint inni undir vitanum. Har legði hann stilt. Beyð okkum eina góða bjór og ein rugbreyðsbita við tunt skornum turrum spiki uppi á.  Har millum fuglar, bjørg og hav fall saltrákin í  tí góða turra spikinum saman við tí bera breyðinum okkum so vælsigna væl  á tunguni. Vætan í ølinum saman við breyði og spiki gav okkum eina oseanska kenslu  og vit vóru eitt við umhvørvi rundan um okkum. Tað er eitt máltíð, sum eg ongantíð gloymi. 

Vónandi fer hesin dagurin eisini at standa eftir í minninum  og at borðreiðingurin í dag verður eitt av tykkara minnismáltíðunum. Ikki bert skerpikjøtið og hvannsnapsurin uppí Eystfelli. Morgunmaturin. Brellibitarnir á borðinum uttanfyri, tá komið  varð aftur úr haganum, við laksi, osti og skinku – úr føroyskum hjalli –  og tað grøvstokta lambskjøtið, stokt ella braserað í føroyskum gróti. Ta talmerktu “special edition” í fløskum so stórar sum pinkubørn, av floksmannabjóri, sum tað er ikki er øllum beskorið at leggja tunguna á ein slíkan fagran dag sum henda í Hattarvík.

 Takk fyri at tit vildu lurta og takk fyri eitt sera gott útoyggjatiltak, sum eg eisini unni fleiri øðrum at uppliva.